Vodafone tendrar 4G í Føroyum

Nógv fólk vitjaði básin hjá Vodafone á Torginum í SMS í dag.

Í dag tendrar Vodafone fyri nýggjari 4G fjarskiftistøkni í Føroyum, sum gevur fleiri ferðir skjótari internet á fartelefonina.

– Seinasta árið er internet nýtslan hjá føroyingum umvegis fartelefon fleirfaldað, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone. Og við at fáa 4G til Føroyar bjóða vit nú eina munandi betur og skjótari uppliving av at nýta internetið á fartelefonini.

4G er fjórða og nýggjasta ættarliðið av fjarskiftistøkni og er eftirfylgjari av 3G tøkni, men við nógv skjótari ferð. Ferðin kann nú verða heilt upp til 50 Mbit. Til samanberingar kann sigast, at størstu heimabreiðbandshald í Føroyum eru 20 Mbit.

At byrja við eru 4G sendarar settir upp í Tórshavn, á Skálafjørðinum og í Klaksvík, men arbeitt verður við at seta fleiri upp, so fleiri føroyingar fáa gleði av skjótari farnetinum.

– Umframt at bjóða skjótari ferð til allar okkara kundar, so geva vit størri mongd av data fyri sama prís, vit hava nevniliga hækka datapakkarnar á øllum RED haldum, sigur Gudny.