Voxbotn ávarar um følsk atgongumerki

Samantha Fox telist millum høvuðsnøvnini á Voxbotn.

– Vit fara at heita á fólk um at ansa eftir, um tit keypa atgongumerki til Voxbotn privat frá øðrum á t.d. sosialu miðlunum.Tað kunna vera følsk og eftirgjørd atgongumerki í umfar, skrivar Voxbotn í dag.

Útseldi konsertdagurin vísir á, at atgongumerki, keypt frá øðrum enn frá teirra sølustøðum, er fyri egna ábyrgd.

– Vit hava saman við myndugleikunum eyguni eftir hesum í hesum tíðum, nú tað er útselt og summi royna at gera sær gagn av hesum við at selja atgongumerki fyri yvirprís.

Atgongumerki, ið verða seld øðrum í spekulatión oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Og svartabørshandil verður meldaður til løgregluna, vísir Voxbotn á.