VP.fo sigur eitt, løgmaður annað

Í met-stuttari grein á vp.fo, skrivaði fyrrverandi Vágaportalurin, í gjár, at samgongan er komin ásamt um, at eingin breið semja verður um fiskivinnu- ella pensjónsnýskipan í hesi tingsetuni.

Hetta veit vp.fo frá onkrum í samgonguni. Tað sjáldsama við hesi grein, er at har er komin ein Facebookviðmerking, og tað er ikki ein og hvør, ið mótmælir, tað er nevniliga Føroya løgmaður, ið hevur viðmerkt umvegis Facebook:

“Nei tað hevur samgongan ikki avgjørt í dag.”

So er hvørjum vit skulu trúgva, vp.fo er tiltikið at hava góðar keldur í ávísum flokkum, ella løgmanni á Facebook.

Til ber at fylgja málinum her