Vrakaði Føroya meistararnar – tekur yvir í kreppuliði

Sámal Erik Hentze stóð á odda fyri B36 í fjør (Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto)

Sámal Erik Hentze varð Føroya meistari við B36 í fjør, og skuldi halda fram har í ár, men í 12. tíma valdi hann at gevast, tí venjarastarvið kravdi ov nógv í mun til, at hann eisini er stjóri í Húsavarðatænastuni. Í dag tekur hann róðrið í AB, har hann avloysir fyrrverandi venjarar Oddbjørn Joensen, ið sambært Kringvarpinum er uppsagdur.

Sámal Erik Hentze hevur áður vant AB og fingið góð úrslit við felagnum. AB er í svárari kreppu og liggur saman við EB/Streymi á aftasta plássi.

Tí kann tað undra, at ein venjari, ið sambært sær sjálvum ikki hevur stundir at vera høvuðsvenjari hjá B36, nú verður valdur at taka tað risa uppgávu, ið tað er at venda gongdini í AB.

Sjúrður Olsen formaður í AB sigur við Kringvarpið, at tað er í semju við Oddbjørn Joensen, at samstarvið nú endar. Støðan krevur okkurt heilt serligt, sigur hann.