Westward Ho við til setanina av Hátíð Hafsins

Westward Ho við føroysk/íslendskari manning, umframt umboð fyri Tórshavnar kommunu vera við, tá sluppin leygardagin stevnir av Akranesi inn í havnina í Reykjavík til setanina av Hátíð Hafsins, sum er almenni sjómannadagurin í Íslandi.

Sluppin liggur opin, so almenningurin kann síggja hana. Sunnudagin verður farið til minningarhald teirra sjólætnu í Fossvogskirkjuni og til sjómansmessu í dómkirkjuni, og seinnapartin sunnudagin er stórur hátíðarfundur við Sjóvinnuhúsið.

Nógv onnur tiltøk eru, sí dagsskránna og annað á hatidhafsins.is