Yvirháling mundi ført til eina vanlukku

Tá Bárður Sigurðsson og konan í kvøld koyrdu suður eftir vegnum við Áir, kravdi tað árvakni hjá Bárði, at tey ikki endaðu í eini frontalum samanstoyti við ein annan bil.

Ein ung kvinna, ið var á veg norður eftir, gjørdi eina yvirháling, alt meðan hon tosaði í fartelefon. Bárður, ið kom koyrandi suðureftir, mátti høgga bremsurnar í og snara somikið nógv til høgru á genum, at samanstoyturin var av ongum.

Bárður sigur soleiðis um hendingina:

– Ein ung kvinna, um 20 ára aldur, í mótkoyrandi bili mundi gjørt av við seg sjalva og øll í mínum bili. Hon gjørdi eina pillsvaka yvirháling norður eftir vegnum við Áir. Eg fekk bremsa hart og vent bilin so mikið høgra av vegnum, so at vanlukkan bleiv av ongum.

Bárður fekk nummarplátuna av bilinum, men hevur tó heldur valt, at skriva um hendingina á Facebook, fyri at fáa boðskapin út til fleiri fólk. Han sigur, at hann heldur vil heita á, øll tey, ið tosa í fartelefon, meðan tey koyra bil, um ikki at gera tað. Hann skrivar soleiðis:

– Tú hevði ongan møguleika havt at umgingist vanlukkuna við einari hond á róðrinum og hinari uppi við høgra oyra. Góðasta genta og øll onnur við – fartelefon hevur yvirhálað spruttkoyring og rasarkoyring, sum nr. 1 drepari á vegunum. ”Plz” nýtið skil og vit í ferðsluni og keypi ein forpulaðan oyrasnigil.

Bárður vísir á, at hann og konan enn eru skelkaði av hendingini og ristast enn