Green Power Smoothie

Green Power

Hesin er sera góður til aftaná venjing, tí alt tað grøna inniheldur eina rúgvu av aminosyrum sum eru byggisteinarnir til protein – sum byggja vøddarnir.

1 neva grønkál
1 neva savoy ella hvíttkál
1 neva spinat
2 cm agurk
2 cm squash
1 blaðselleri
1 broccolistokk
½ neva persille
1 súrepi
1 pera
½ lime
Ynskir tú eyka protein er sera gott at koyra 1 spsk. Hemp protein í.

Hemp Protein er í mun til annað protein glutenfrítt, laktosefrítt,
sukurfrítt og inniheldur ikki tilsetningsstoffir. Inniheldur omega 3 og omega 6 feitt syrir, nógv kostfibur og allar tær aminosyrirnar sum kroppurin hevur tørv á. Massar av vitaminum serliga B12, og tí er tað sera gott fyri vegetarar. Tað er RAW tvs. ikki hitaviðgjørt yvir 42C. Harafturat smakkar tað sera væl.