Super djús uppskrift

Pressa hetta í djúsmaskinuni:

2 cm Ananas
1 grønt súrepli
2 cm agurk
½ lime

Blenda saftina við ½ avokado.

Ein drykkur, sum gevur góða orku frá morgunstundini av.
Inniheldur massar av C-vitamin, sum er gott at fáa hesa tíðina av árinum, tí tað verjir okkum móti forkølilsi og virkar eisini brunafyribyrgjandi. Harafturat inniheldur ananas eitt enzym (bromelain), sum er gott, um tú hevur trupulleikar við sodningini.

Vælgagnist 🙂