Frí tala frá Ver fær 1GB data

Frá í dag fáa øll, ið hava Fría talu hjá ver, 1GB data at brúka um mánaðin, uttan at rinda eyka
Ver gongur enn einaferð undan at broyta føroyska fartelefonmarknaðin til frama fyri føroyska brúkaran.

Fría talan hjá Ver fer frá í dag eisini at fevna um 1GB data um mánaðin, uttan at tað kostar brúkaranum eyka. Higartil hevur íroknað data verið 100MB um mánaðin, og sostatt veksur Ver íroknaðu datamongdina við 900MB.

Við hesum gongur Ver ynskjunum hjá sínum kundum á møti. Alsamt fleiri føroyingar nýta data á síni fartelefon, og fleiri hava eftirlýst eina størri datamongd. Við 1GB fara tey flestu at fáa sín tørv nøktaðan fyri data á síni fartelefon.

Vinnukundar hjá Føroya Tele við Fríhaldi fáa somuleiðis hendan ágóðan.

Ver var fyrst á marknaðinum við Fríari talu og óavmarkaðum sms-um til føroyingar. Fyri einum mánaði síðan víðkaði Ver Fríu taluna til at fevna um øll Norðurlond. Og nú hevur Ver so økt datamongdina í hesum haldi til at vera 1GB.

Sostatt hevur Ver gingið á odda at lækka prísirnar í Føroyum, Norðurlondum og at geva føroyingum bíligari data.

Hevur tú ikki enn fingið Fría talu frá Ver, kanst tú fara inn á heimasíðuna ver.fo