Nokk fyrsta vistfrøðiliga blað í norðanlondum

FK hevur í mong ár arbeitt við at víðka um úrvalið av vistfrøðiligum vørum og vørum, ið ikki innihalda ávís tilsetingarevni.

Nògv hevur verið at hoyrt um at evni í húsarhaldsvørum, klæðum og røktarvørum, við tíðini kunnu skaða heilsuna. Serliga verður tosað og skrivað nógv um hormonórógvandi evni.

– Vit halda ikki at øll evni, ið eru lóglig, eru trygg. Tí fara vit longri enn lógin tilskilar, tá talan er um at taka burtur evni, ið liggja nær einum markvirði. Vit vilja heldur vera varin enn eftirsnarin, sigur Bo Møller, marknaðarleiðari í FK.

Tað byrjaði í 1982, við vistfrøðiligum gularótum. Í dag eru vistfrøðiligar fruktir og grønmeti púra vanligt og hava enntá fingið fylgju av eplum, pastinakkum og øllum hinum rótunum.

Til fyri stuttum, vóru 37% av øllum eggum í FK vistfrøðilig. Nú eru øll egg, ið FK selur, vistføðilig ella undan fríttgangandi hønum.

Samlaða sølan av vistfrøðiligum vørum í FK er í dag um 8% og málið er at økja munandi um hendan partin, greiður Bo Møller frá.

– Tí geva vit fólki møguleika at velja tær vistfrøðiligu vørurnar og kanska byrja við teimum vørum, ið ein brúkar mest – tær gera størstan mun, sigur marknaðarleiðarin.

– Änglamark vørumerkið hjá Coop samtakinum tryggjar, at talan antin er um vistfrøðiliga vøru ella vøru, ið ikki inniheldur tilsetingarevni, ið mett verður at kunna hava óheppin árin. Sum eina roynd, hava vit savnað júst hesar vørur í eitt og sama tilboðsblað, sum sjálvandi eisini er svanamerktur prentlutur frá Føroyaprent. Hetta man vera fyrstu ferð í norðanlondum, at eitt tilboðsblað frá eini handilsketu einans inniheldur vistfrøðiligar vørur.

Vónandi fara viðskiftafólk at taka væl ímóti átakinum og sum tað eisini sæst í blaðnum, er vøruúrvalið stórt og prísirnir so avgjørt kappingarførir.